Blokadan meira umfatandi:Broytir Blokera Kaldbakstunnilin Í Nátt

Limir Starvsmannafelagsins herða nú tiltøkini og blokadurnar. Og ætlar Karsten Hansen sær til arbeiðis í morgin, so má hann fyrst bróta ígjøgnum blokadna við Kaldbakstunnilin, vita nýggjastu tíðindini at siga á heimasíðu Starvsmannafelagsins.

Heimasíða Starvsmannafelagsins sigur soleiðis:


Blokadufyriskipararnir økja nú um virksemið fyri at vísa á ónøgdina við intiativhugin hjá

landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Í nátt, mánanáttina, verður tunnnilin millum Kaldbaksbotn og Signabø stongdur. Hetta siga nýggjastu tíðindini

í húsinum og talan er ikki um tíðindi frá landsverkfrøðinginum. Nei, boðini eru frá limum í

Starvsmannafelagnum, sum halda tað vera nógv fyri, at alsamt størri ignoransa verður sýnd frá almennari

síðu.

Blokadufyriskipararnir hava gjørt av, at forðast skal fyri ferðslu gjøgnum bergholið. Og tí verða tríggjar

broytir - gravimaskinir - settar at blokera við tunnilsmunnarnar. Nær tiltakið verður sett í verk í nátt vilja tey

ikki siga, men tað man fara at verða skjótt (klokkan er nú 23.35).

Og so má landsstýrismaðurin fara aðrar vegir - um hann yvirhøvur ætlar sær suður í morgin?


Hesi tíðindi benda á, at limir Starvsmannafelagsins, nú páskini eru í hondum, eru farnir at ótolnast.