Samgongusamráðingar
?Hesa avgerð havi eg tikið við atliti til at fáa eitt breitt parlamentariskt grundarlag undir eitt landsstýri. Tað er neyðugt at fáa breiðan fólksligan uppbakning í tí politikki, sum skal rekast frameftir. Anfinnur Kallsberg, løgmaður segði leygardagin, at hann heldur tað vera ov veikt grundarlag bara at taka Miðflokkin við í hesar samráðingar. ?Tað er øgiliga týdningarmikið nú at fáa ?ró yvir feltið? sum løgmaður málbar seg og legði hann aftrat, at hann kennir seg hava skyldu til at royna tað.
Løgmaður dylur ikki fyri, at Tjóðveldisflokkurin helst sá eina samgongu eisini saman við Miðflokkinum. Men tað verður so ikki talan um tað mánadagin.
-Hetta eru helst sera truplar samráðingar sum standa fyri framman. Valið var so javnt, at tað er einki, sum er heilt upplagt. Um man ikki dugur sær hógv ella er passaliga diplomatiskur og dugur at tillaga seg, so verður ringt at fáa eina arbeiðsføra samgongu upp at standa. Tað er okkara uppgáva sum politikarar at syrgja fyri at royna at gera tað so trygt og gott sum tað ber til.
Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin gjørt alliansu
Løgmaður upplýsti eisini leygardagin, at treytin fyri, at Fólkaflokkurin fer í eina samgongu er, at Sjálvstýrisflokkurin eisini er við. -Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava gjørt eina avtalu um at vera saman í samráðingunum um eina nýggja samgongu upplýsti Anfinn Kallsberg løgmaður. Hetta er gjørt fyri at tryggja, at hvørgin av flokkunum fer uttan um hin. Tvs. at fer Fólkaflokkurin uppí eina samgongu, so merkir tað, at Sjálvstýrisflokkurin verður við. Fer Sjálvstýrisflokkurin í eina samgongu, so verður Fólkaflokkurin við. Hetta merkir so aftur, at um talan verður um eina stóra samgongu millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin við 22 tingmonnum, so verður Sjálvstýrisflokkurin eisini við. ?Eg havi knýtt Sjálvstýrisflokkin aftrat mær fyri at fáa stabilitet yvir samráðingarnar. Jú fleiri møguleikar eru tess størri útlit eru til at fáa størri taktiskt spæl og harvið minni realitetssamráðingar sum so. Hetta er gjørt fyri, at vit og Sjálvstýrisflokkurin kunnu føla okkum meira fríar í samráðingunum, sum koma segði løgmaður við Portalin og Útvarpið leygardagin. Løgmaður helt tað vera týdningarmikið at forða fyri, at ein flokkur í samgongu kann spæla ein flokk út ímóti einum øðrum í einum øgiligum taktiskum spæli. ?Við at gera hetta avmarki eg nakrar møguleikar fyri at gambla við flokkunum í býti av bæði einum og øðrum. Hetta høvdu allir aðrir møguleika at gera eftir valið segði løgmaður.
Andstøðan saman
Eftir at hetta kom fram tóku teir tríggir andstøðuflokkarnir seg saman í ein bólk. NUMMAR.FO
? Vit kunnu als ikki góðtaka, at løgmaður setir allar demokratiskar spælireglur til viks í eini roynd at varðveita valdið, segði Jóannes Eidesgaard, við útvarpið leygarkvøldið.
Jóannes Eidesgaard minti enn einaferð á, at vit hava havt løgtingsval.
? Tað tykist, sum um løgmaður hevur gloymt tað. Hann arbeiðir sum um hann roynir at loysa eina samgongukreppu. Men tað er ikki veruleikin. Veruleikin er, at samgongan hevur mist meirilutan, tí kann løgmaður ikki uppføra seg soleiðis, segði Jóannes Eidesgaard.
Jóannes Eidesgaard heldur, at løgmaður eigur at viðra løgtingsvalið.
? Tá løgtingsval hevur verið, eiga vit at vaska talvuna reina og byrja av nýggjum. Men tað kunnu vit bara konstantera, at tað ger løgmaður ikki. Hevði tað verið soleiðis, at samgongan framvegis hevði meiriluta, so var støðan ein onnur. Um løgmaður ikki vil samráðast á einum demokratiskum grundarlag, so heldur Jóannes Eidesgaard, at løgtingsformaðurin eigur at fáa initiativið, so flokkarnir hvør í sínum lag kunnu peika á ein samráðingarleiðara.
SMS
Andstøðuflokkarnir sendu sunnumorgunin soljóðandi tíðindaskriv:
Undirritaðu flokkar hava í dag sent løgmanni soljóðandi skriv:
Fráboðan til løgmann
4. mei 2002 boðaði Útvarp Føroya frá, at løgmaður hevði tikið stig til veruligar samgongusamráðingar millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Javnaðarflokkin. Í hesum sambandi boðaði løgmaður frá, at Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin vóru gingnir saman. Somuleiðis varð varaløgmaður endurgivin fyri at siga, at sitandi samgonga fer til samráðingar mánadagin sum ein blokkur upp á 16.
Við virðing fyri løgtingsvalinum 30. apríl 2002 og til tess at fáa javnar samráðingar um eina nýggja samgongu, boða undirritaðu flokkar løgmanni frá, at vit hava valt at standa saman sum ein blokkur, sum telur 16 tinglimir.
Tórshavn 5. mei 2002
Sambandsflokkurin
Javnaðarflokkurin
Miðflokkurin