Tað er málið hjá landsstýrinum, sum hevur sett sær fyri at gera eina trý ára avtalu við donsku stjórnina um at prístalsjavna ríkisveitingina á hvørjum ári.
Heildarveitingin úr Danmark er tí sett sum eitt inntøkutiltak á nevndu 8,5 milliónir um árið næstu trý árini svarandi til 25,5 milliónir krónur í 2016.
Harvið er enn einaferð staðfest, at ætlanin hjá Sambandsflokkinum um at fáa prístalsjavnað ríkisveitingina úr Danmark afturvirkandi, er slept.
Heildarveitingin úr Danmark er 632 milliónir krónur í ár. Og sambært leistinum hjá landsstýrinum verða inntøkurnar úr Danmark sostatt 657,5 milliónir krónur í 2016.