BMW-700 røðin: Koyring við ryggfimleiki

Tey, sum koyra við BMW-700 røðini, hava møguleika at røra seg aftan fyri rættið, uttan at flyta seg. Sameiningin av aktivari og passivari trygd hevur gjørt fleiri av teimum dýru bilunum sera tryggar og góðar at koyra í, og BMW-700 er einki undantak í so máta.

Magnus Gunnarsson


Tað at sita væl tá tú skalt koyra langt hevur stóran týdning fyri trygdina og trivnaðin.


Ryggvøddarnir røra seg undir koyring

BMW hevur gjørt eitt bilsetur, ið fær ryggvøddarnar at røra seg undir koyringini, fyri at bilførarin ikki skal verða til ampa fyri ferðsluna, um hann verður illa tilpassar.

Við at sita leingi í somu støðu, kunnu spenningar koma í ryggvøddarnar av tí, at ryggurin verður skeivt belastaður. Tá er tað, at tú flytir teg í setrinum fyri at rætta uppá skeivleikan.


Merkist næstan ikki

Við hesum setrinum hjá BMW fær førarin flutt seg í setrinum, uttan at skula røra seg. Undir setrinum eru tvey hydraulisk rúm við einari blanding av glycerini og vatni í hvør sínari síðu, ið verða skiftivís fylt og tømd soleiðis, at blóðið fer í umferð, og vøddarnir verða virknir.

Hetta merkist næstan ikki og eftir stuttari tíð hugsar man ikki um hesar røringar í setrinum.

Ein kanning av hesum virkna setrinum vísir, at spenningar í ryggvøddunum verða munandi minni, tá koyrt verða long strekkir. Hetta hevur vælveru við sær, og bilførarin verður meira árvakin undir koyringini, og trygdin hækkar munandi.

Hesi setur fáast sum frammsetur til BMW-700 røðina.

Kelda: BMW Aktuelt