Vit hava fingið seks ymisk boð upp á, hvør eigur at verða heiðrað/ur. Og ein politikari skrivar: Her eru nøkur boð upp á, hvat eg haldi skal til fyri at venda gongdini.
Her er uppboðssølumál komið inn í gerandismálið. Rætta orðið er “uppskot” ella onnur umskriving: Send okkum eitt uppskot um, hvønn tú helst vildi sæð framført á G! Norðurlond leggja í frágreiðingini fram ætlan um, hvussu tey í orkuhøpi verða CO2-neutral fyri 2050. Vit hava fingið seks ymisk uppskot um, hvør eigur at verða heiðrað/ur – ella seks ymisk fólk eru í uppskoti til heiðurin; og hetta er tað, ið eg haldi skal til fyri at venda gongdini. - ” Í bókini Orð og orðað eftir Svenning Tausen ber til at finna fleiri aðrar orðingar at seta í staðin fyri “boð”.
Orðið “boð” verður ovnýtt, og harumframt hevur tað skúgvað orðið “uppskot” til viks, men hesi orðini hava hvør sína merking. Helst er árinið eisini í hesum føri úr donskum. Eitt boð snýr seg annaðhvørt um at boða frá, at áleggja onkrum at gera eitthvørt ella at bjóða upp á eitthvørt t.d. á uppboði ella í sambandi við annað keyp. – Eitt uppskot er ein framløgd ætlan, t.d. uppskot um nýggja býarskipan, og tað ber til at leggja uppskot fyri tingið, at seta fram eitt uppskot, og onkur kann vera í uppskoti, t. d. hann er í uppskoti til formann. Til ber eisini at skjóta okkurt upp, t.d. skotið verður upp at kanna møguleikarnar fyri at byggja lestraríbúðir í miðbýnum.