Tá Sea Shepherd skipið Bob Barker kom til Føroyar 24. august og legði at á Sundi, vórðu tey møtt av føroysku myndugleikunum við boðum um, at manningin varð noktað innfararloyvi til Føroyar. Harvið máttu skip og manning loysa frá landi aftur og flyta seg úr føroyskum sjóøki.
Síðani hevur skipið ligið uttanfyri føroyskt sjóøki, meðan donsku verjuskipini Triton og Knud Rasmussen hava hildu vakt nærhendis tí.
Fríggjadagin setti skipið kós móti Hetlandi, har Sea Shepherd skipini regluliga vitja fyri at keypa proviant og olju. Í morgun var skipið tó aftur í Føroyum, og sambært heimasíðuni marinetraffic.com, so sigldi skipið framvið Vágoynni, og var harvið ólógliga innan føroyskt sjóøki.
Hvørki Triton ella Knud Rasmussen vóru hjá skipinum í morgun. Triton er í løtuni vestanfyri Grønland, meðan Knud Rasmussen lá á Havnini í morgun. Fyri einum tíma síðani legði Knud Rasmussen tó frá landi og hevur sett kós vesturum móti Vágoynni. Sostatt tykist, at danska verjuskipið er á veg móti Bob Barker.
Vit hava uttan eydnu roynt at fingið fatur á myndugleikunum í morgun fyri at spyrja um støðuna við Bob Barker.