- Bob Dylan er ein hermari

Singer-songwriter stjørna ger greitt, hvat hon heldur um Bob Dylan: Hann er ein hermikráka. Bæði eru Joni Mitchell og Bob Dylan vælumtókt í tónleikagrein sínari, men sambært Mitchell eru tað eisini tað einasta, ið tey hava felags. Tey eru í hennara orðum ?sum nátt og dagur.?

 

Hetta ger hon greitt í samrøðu við L.A. Times, har eitt blaðfólk ? óivað vælmeint ? sigur við hana:

 

- Tann folk-pallurin, tú kemur frá, stuttleikaðist við at skapa bakbeist. Tú varð fødd sum Roberta Joan Anderson, og ein drongur við navn Robert Zimmerman varð til Bob Dylan.

 

Fyri at vísa á, at henni ikki dámar hesa samanbering, svarar hon:

 

- Bob er á ongan hátt ektaður. Hann er ein hermari, hansara navn og hansara rødd eru óektað. Alt við Bob er snýt og svik. Vit eru sum nátt og dagur, hann og eg.

 

Kanadiska sangarinnan gav seinastu fløgu sína ?Shine? út í 2007 í plátufelagnum Hear Music. Fløgan fekk fýra stjørnur av tónleikasíðuni gaffa.dk, so bæði hon og Dylan fáa altso góð viðmæli.

 

Kelda: gaffa.dk