Bob Dylan fær Nobel virðisløn

Hann fær virðislønina fyri bókmentir

Tað varð ongin annar enn Bob Dylan, sum fær bókmentavirðislønina hjá Nobel í ár.

 

Tað hevur Nobel-nevndin akkurát nú almannakunngjørt.

 

Bob Dylan fær virðislønina fyri at hava skapt nakað nýggja poesi innan amerikonsku sangmentananina, sum nobelvirðislønarnevndin sigur.

 

Leif Ekle, sum fæst við bókmentir hjá NRK, ivast ikki í, at tað fer nógv kjak at standast av hesi avgerðini um at geva Bob Dylan virðislønina.

 

Gabriel Moro, sum er ummælari, sigur, at nú má onkur klípa hann í armin. Bob Dylan hevur verið nevndur fleiri ferðir sum ein, ið átti at fáa virðislønina, men nógv hava tikið tað sum skemt, sigur hann.

 

Men hann er annars samdur í, at Bob Dylan hevur skapt nakað heilt nýtt.