Ein maður hevði eini heldur øðrvísi ørindi í dag, tá hann legði leiðina framvið løgreglustøðina. Innkomin meldaði hann seg sjálvan til løgregluna, tí hann hevði sæð eina grind, men hevði ikki boðað frá henni.
- Ein maður kom inn klokkan 14.18 í dag, og boðaði frá, at hann hevði sæð eina grind. Hann ynskti tó hvørki at siga hvar ella nær. Tískil varð hann biðin at fara aftur til hús, upplýsir Andras Marr Poulsen, varapolitiinspektørur.
Orsøkin til, at maðurin varð sendur heimaftur, var tí at einki prógv var fyri, at tað hann segði, var satt.
- Maðurin varð sendur til hús aftur, tí man kann ikki dømast fyri nakað, ið ikki kann prógvast. Ein og hvør kann siga, at man hevur gjørt nakað, men um tað ikki er prógv fyri tí, so verður málið avvíst, sigur Andras Marr Poulsen.