Børn fara at mótmæla, tekna valplakatir, seta sín kross inni í atkvøðuklivanum og nógv meira, tá ið barnafestivalurin Frítt Flog verður 21.-22. mars í Norðurlandahúsinum. Evnið verður fólkaræði, og eingin er ov lítil til at vera við.
Fólkaræði er ikki bara fyri vaksin. Og so slett ikki 21.-22. mars, tá ið Norðurlandahúsið bjóðar inn til barnafestival. Tá verður fólkaræði ein felagsskapur, sum øll kunnu luttaka í og venja seg í uttan mun til aldur. Tað snýr seg um at tora at siga sína áskoðan, lurta eftir øðrum, taka pláss og geva øðrum pláss. At vera ein partur av felagsskapinum.
Á festivalinum fara børn at tekna valplakatir og seta boðskapir saman, sum hava týdning fyri tey. Tey fara at ganga kravgongu, siga sína meining, lurta og fara inn í atkvøðuklivan at seta sín kross. Akkurát sum tey vaksnu gera.
Festivalurin er fyri børn millum 0 til 13 ár. Øll skráin, sum eisini bjóðar upp á konsertir, hipp hopp og pinkubarnaopera, kann síggjast á nlh.fo.











