Børn skulu ikki sita við skúlatasku á bakinum

- Í slíkum føri ger trygdarbeltið ikki tann mun, tað eigur at gera, tí tá verður nakkastúttan burtur, um tey enda í einum ferðsluóhappi, sigur løgreglan.

 

Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar við skúlar ymsastaðni kring landið.

 

- Her vórðu nakrir bilførarar steðgaðir, tí børnini ikki brúktu trygdarbeltini, soleiðis sum ferðslulógin sigur.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at her vóru nøkur børn, sum sótu í trygdarbelti, men sum samstundis høvdu skúlatasku ella ryggsekk á bakinum.

 

- Í slíkum føri ger trygdarbeltið ikki tann mun, tað eigur at gera, tí tá verður nakkastúttan burtur, um tey enda í einum ferðsluóhappi.

 

Løgreglan viðgongur, at tey í kanningunum í gjár ikki góvu bøtur, men mintu foreldrini á, hvussu børnini skulu sita íbundin.

 

- Tað er ikki loyvt at siga íbundin við skúlatasku ella ryggsekki á bakinum, og hetta eiga øll foreldur at minnast til, verður lagt aftrat.