Sunnudagin 22. mars skipaði Ørvur fyri bogaskjótikapping í Runavík einari mann-móti-manni kapping.
Sum vera man er hetta eitt sera spennandi slag av kapping, og var tað einki undantak hesaferð.
Í recurve-bólkinum komu hesi at skjóta í hálvfinalunum: Poul Martin Joensen og Rói Johannesen, og varð støðan 3-0. Hans Petur Højgaard og Annlott Rasmussen, støðan 3-0. Hvørt settið umfatar tríggjar pílar, og í hálvfinalunum er talan um 5 umfør, best av 5x3 pílum vinnur.
Í bronsufinaluni og sjálvari finaluni verða skotin 7 umfør á 3 pílar, best av 7 vinnur.
Bronsufinalan var millum Róa og Annlott, og vann Rói 4-0.
Finalan var millum Hans Petur og Poul Martin. Her gekk javnt á, og í einum umfari var neyðugt við umskjóting, tí tað stóð á jøvnum. Endaliga støðan var, at Hans Petur vann kappingina 4-1.
Í compound-bólkinum komu hesi at skjóta í hálvfinalunum: Albert Dam og Schandorff Vang, sum báðir vóru í finaluni í seinastu kapping. Aftur hesaferð var sera javnt, bert eitt stig í hvørjum umfari. Albert førdi 2-0, men tað eydnaðist Schandorff at koma upp á javnleik 2-2. Í seinasta umfarinum stóð á jøvnum, og umskjóting skuldi til, og vann Albert hana 10-9. Endaliga støðan 3-2.
Í hinari hálvfinaluni skutu Per H. Andersen og Sigrid Vang. Eisini her var bert eitt stig á muni í hvørjum umfari. Sigrid førdi 2-0, men tað eydnaðist Peri at vinna trý tey næstu umførini og hálvfinaluna við 3-2. Neyðugt var við umskjóting í tí eina umfarinum.
Bronsufinalan var millum Sigrid og Schandorff, og her gekk sera javnt á. Sigrid førdi 2-0 og 3-1, men Schandorff vann 4-3. Neyðugt var við fýra umskjótingum.
Finalan var millum Albert og Per. Eisini her gekk sera javnt á. Millumstøðurnar vóru 1-1, 2-2 og 3-3. Seinasta umfarið vann Albert, so endaliga støðan gjørdist 4-3.
Næstu kappingarnar verða í mars mánaði. Tá verða innandura FM-kapping og tiltikna R&N-kappingin, sum Rúsdrekka- & Narkotikaráðið hevur latið steyp til.
Tað verður aðru ferð, at R&N-kappingin verður skotin, og hesa ferð verður hon í ítróttarhøllini í Vági leygardagin 28. mars.
Í sambandi við kappingina fara bogaskjúttarnir at hava opið hús í ítróttarhøllini, har møguleiki verður fyri at fáa kunning og at royna seg sum bogaskjútti. Nærri verður kunngjørt um hetta seinni.