Bogdan heldur fram hjá Tjaldri

Bogdan Burcea verður eisini venjari hjá Tjaldri í 2010/11. Tað skrivar Tjaldur á heimasíðu sínari. Bogdan gjørdist venjari hjá Tjaldri næst seinasta kappingarár, og higar til hevur bara gingið heilt væl. Fyrsta árið gjørdist flutti felagið upp í Sunset-deildina, og í fjør vann felagið meistaraheitið. Í ár er setningurin at endurvinna gullið, og tað er eingin ivi um, at talan verður um finaludyst móti Stjørnuni. Í steypakappingini hevur ikki gingist heilt so væl, men tvey hálvfinalupláss og ein tapt finala er nú heldur ikki so heilt galið. Umframt at venja Sunset-liðið hjá Tjaldri, skal Bogdan eisini venja gentur 14, gentur 17 og U23-liðið hjá felagnum.