Bogi Hansen, sum er havfrøðingur á Fiskirannsóknarstovuni, er innstillaður til at fáa Náttúru- og Umhvørvisheiðurslønina hjá Norðurlandaráðnum fyri sítt arbeiði at kanna veðurlagið á havleiðunum kring Føroyar. Hesum visti Útvarp Føroya at siga frá mánadagin.
Serliga verður hugsað um hansara 35 ára arbeiði at kanna møguligar broytingar í streymviðurskiftum kring Føroyar, sum koma av globalu upphitingini.
Bogi Hansen var fyrst í uppskoti millum 26 aðrar norðurlendingar. Nú eru níggju persónar og felagsskapir eftir at velja ímillum hjá Norðurlandaráðnum, og ein av hesum fær virðislønina. Teirra millum er Bogi Hansen.