Bogi Kristiansen danskur meistari

-

Júst afturkomin frá oyggjaleikunum á Gotlandi, eydnaðist Boga Kristiansen ?í dag at sigra á landsstevnuni fyri veteranar, hjá Randers Cykelklub.

koyrt varð á samlaðum starti yvir ein 31,2 km langan rundtein, sum varð koyrdur fýra ferðir, ella íalt 124,8 km. Tá byrja varð, vóru 66 súkklarar.

Áðrenn Bogi fór til Gotlands, Hevði hann gjørt avtalu við klubfelaga sín Keld Petersen um, at hjálpa hesum til sigurs. Seinasta ár hjálpti sami Keld Petersen Boga at koma sum skjótast upp í elitubólkin - bólk A, og hetta eydnaðist Boga, sum í dag sá møguleikan at siga takk fyri hjálpina, við at hjálp Keld til eitt danskt meistaraheiti, sum Keld, hóast eitt silvurmerki á ve-teranverðinsmeistarakappingini fyri tveimum árum síðan, enn ikki hevur vunnið.

Leingi sá taktikkurin fyri í dag út at skula eydnast. Síðst í kappingini vóru bæði Bogi og Keld við í fremstu røð av súkklarum, eftir nógv arbeiði - einamest frá Boga, men tá Keld punkteraði, og harvið misti møguleikan fyri at vinna, hevði Bogi møguleikan at súkkla sum hann helt verða best.

Uml. 1000 metrar frá málstrikuni, setti ein av fremstu súkklarunum ferð á, og eftir at hava umhugsað seg, fór Bogi eftir honum. Uml. 500 metrar frá málstrikuni kom Bogi fram til hendan súkklaran, og setti uppaftur meiri ferð á, so hesin ikki megnaði at fylgja við. Hóast hetta ikki var væntað, kundi Bogi koyra fyrstur um málstrikuna í H30 bólkinum, sum er bólkur fyri súkklarar í aldrinum 30 - 45 ár, við tíðini 3 tímar og 7 minuttir, svarandi til eina miðalferð uppá 40 km/t.

Við hesum sigri fekk Bogi víst, at tað ikki var orsaka av vánaligari venjing, at hann fekk heiðursmerki á Gotlandi, men harafturímóti vísur tað seg, at støði á oyggjaleikunum er sera høgt, og tað krevst, at alt skal ganga uppí eina hægri eind, um møguleiki skal verða fyri heiðursmerkjum.

Úrslitið fyri teir trígjjar fyrstu gjørdist:


1: Bogi Kristiansen, Gladsaxe.

2: Esben Frederiksen, Kolding.

3: Filip Klein, Fløng Hedehusene.