Á tingfundinum í gjár tóku tveir »nýggir« mans á sæti tingi.
Annar úr Sambandsflokkinum – hin úr Fólkaflokkinum.
Av tí at Reimund Langgaard, sambandstingmaður, er burturi í privatum ørindum, vóru boð eftir næsta manni hansara, Niels Olafi Eyðfinsson úr Hvalba.
Og av tí at Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum eisini er í farloyvi, vórðu boð eftir Boga Andreassen at taka sæti fyri hann.
Báðir hava teir havt sæti fyrr, og tí varð ikki neyðugt við atkvøðugreiðslu. Frammanundan hevur Kristianna Winther Poulsen tikið sæti fyri Kára P. højgaard, sum er staddur í New York á ST aðalfundi.
Tingfundur verður aftur í morgun klokkan 11.