Bogi í Stovuni úr Skálavík og Rúni Tungá úr Húsavík, sum ganga í 8. flokki á Sandoyar Meginskúla, hava seinastu tvær vikurnar verið í starvsvenjing á Dímunargarði í Stóru Dímun

Bogi og Rúni í starvsvenjing á Dímunargarði

- Tað er hugaligt, tá ungdómur hevur hug at leita sær hendanvegin, og tey eru til góða hjálp, siga tey í Stóru Dímun

Bogi í Stovuni úr Skálavík og Rúni Tungá úr Húsavík, sum ganga í 8. flokki á Sandoyar Meginskúla, hava seinastu tvær vikurnar verið í starvsvenjing á Dímunargarði í Stóru Dímun

- Tvær tær seinastu vikurnar hava vit havt starvsnæmingar á garðinum. Tað eru Bogi í Stovuni úr Skálavík og Rúni Tungá úr Húsavík. 

 

Á Dímunargarði í Stóru Dímun siga tey, at teir báðir ganga í 8. flokki í Sandoyar Meginskúla.

 

- Teir hava luttikið í øllum fyrifallandi arbeiði á garðinum, sum hoyrir hesi árstíðini til.

 

Í Stóru Dímun vísa tey á, at hesa árstíðina gongur nógv av arbeiðnum fyri seg rundan um garðin.

 

- Neytini skulu loysast út á morgni og bindast inn á kvøldi. Í vetrartíðini hava vit eisini nakað av hornaseyði inni - einar 40 tilsamans. Kríatúrini skulu ambætast, og haldast skal reint.  

 

Umframt at fáa gras, fáa neytini eisini røtur at eta hesa tíðina. Hetta er kálrabirøtur, sum ikki eru søluvøra longur, men góð føði til neytini.

 

##med2##

 

- Vetrartíðina fáa neytini millum 100 og 150 kilo dagliga, og hetta rokna vit sum gott fóðurískoyti.

 

Á Dímunargarði hesar tvær vikurnar hava Bogi og Rúni verið óføra góð hjálp.

 

- Hetta takka vit teimum fyri. Tað er hugaligt, tá ungdómur hevur hug at leita sær hendanvegin, siga tey í Stóru Dímun í dag.

 

##med3##

 

##med4##

 

Bogi í Stovuni úr Skálavík og Rúni Tungá úr Húsavík, sum ganga í 8. flokki á Sandoyar Meginskúla, hava seinastu tvær vikurnar verið í starvsvenjing á Dímunargarði í Stóru Dímun