Bogi vann Statoil Kring Føroyar

Súkkling: Sunnudagin var síðsti teinurin í stóru súkklukappingini Statoil Kring Føroyar 98 súkklaður. Hann var úr Tjørnuvík til Vestmanna og víðari til Havnar, har málið var við Statoil-støðina í Gundadali

Tað er ikki so langt síðani at kappsúkling byrjaði í Føroyum.

Áðrenn tað var ein súkkla nakað tú brúkti tá tú skuldi í skúla ella í besta føri - og tey vóru fá - tá tú var ávegis til arbeiðis.

Men, sum við so mongum øðrum, so broyttist eisini hetta.

Oyggjaleikirnir høvdu eisini við sær, at føroyingar sluppu at síggja súkklukappingar tætt hjá.

Onkrir súkllararnir úr hinum oyggjunum, eitt nú Isle of Man, vóru frammalaga í súkkling í Bretlandi og hetta gav ikki minst at býta, tá oyggjaleikirnir vóru í Føroyum.

Føroyingarnir vórðu so smurdir av. Bæði væl og virðiliga.

Nógv høvdu óiva mist mótið, men tað gjørdu teir føroysku súkklararnir ikki .

Og so verri enn so.

Tað er eingin loyna, at føroyska veðurlagið ikki er tað, sum er best egnað til súkkling, men tað sær ikki út til at súkklararnir leggja nakað í tað.

Tí teir venja so at siga í øllum veðrið.

Og tað gevur úrslit.

Tá oyggjaleikirnir vóru eitt nú á Gibraltar og á Isle of Wigth vístu føroysku súkklararnir seg rættiliga fram.

Serliga vóru tað menn, sum Rógvi Jacobsen og Bogi Kristiansen, sum koyrdu á, men eisini aðrir hava staðið seg sera væl til oyggjaleikirnar.


Statoil Kring

Føroyar 98

Og áhugin fyri at súkkla veksur her á landi.

Í fjør varð á fyrsta sinnið skipað fyri einari sokallaðari »etapu«-kapping.

Størsta - og best kenda - kappingin av hesum slag er sjálvandi Tour de France og tey eru ikki so fá, sum hava mist ondina av bara at síggja hesar villmenn á súkklu.

Nú hava føroyingar so fingið eina afturvendandi kapping.

Staoil Kring Føroyar var dagarnar upp undir vikuskiftið.

Byrjað varð við einum einkultsstarti í Klaksvík og tann startin vann Rógvi Johansen, úr Vági, sum annars býr og súkklar niðri í Danmark.

Rógvi hevur sína styrki á eikultstartinum og tað vísti hann m.a. við at vinna báðar einkultstartirnar.

Í hølunum á honum komu Gunnar Dahl Olsen og Bogi Kristiansen, sum saman við Rógva frammanundan vóru mettir at hava størstu vinnaramøguleikarnar.

Úr Norðoyggjum var farið í Eysturoynna, har fyrsta etapa var.

Her legði Bogi seg á odda, men súkklan punkteraði og tað gjørdi, at hann misti tveir minuttir í mun til Gunnar og Rógva.

Onnur etapan var aftur ein einkultstartur. Hesin varð súkklaður heima á Sandi og eftir snakkinum undan kappingini var væntandi, at Rógvi fór at gera rættuliga bart, men so var ikki.

Bogi helt tørn. Hann súkklaði snøgt sagt sín besta einkultstart nakrantíð og misti bert 4 sekund til Rógva.

Gunnar kom á mál fimm minuttir eftir Boga, og nú sást ein týðulig mynd av hvussu kappingin fór at enda.

Teir báðir, Bogi og Rógvi eru vorðnir nógv betri fyri, síðan teir fóru til Danmarkar at kappast og hetta kom eisini skilliga til sjóndar í hesi kappingini..


Rógvi fekk skaða

Triðja etapan varð súkkla í Suðuroy. Av Drelnesi um Hestin til Sumba og aftur til Vágs. Teinurin er 55,3 km. langur og tað var í veruleikanum her kappingin varð avgjørd.

Rógvi Johansen, sum lá fremstur fekk ein so álvarsligan fipurskaða, at hann var noyddur at fara av súkkluni og tískil vóru tað bara Bogi og Gunnar Dahl Olsen, sum kappaðust um fyrstaplássið.

Og henda kappingin var longu burtur.

Gunnar megnaði ikki at leggja tað neyðuga trýstið á Boga, sum sostatt »bert« skuldi halda eyguni eftir at Gunnar ikki rýmdi frá feltinum.

Teir fylgdust til málteinin, har spurturin var. Henda spurtin vann Gunnar.


Bogi vann síðsta

teinin og kappingina

Síðsti teinurin var súkklaður sunnudagin og var hann úr Tjørnuvík til Vestmanna og víðari til Havnar.

Veðrið var ikki súkklarunum til vildar, tí fyrsta strekkið úr Tjørnuvík og á Kjalnes var knallharður mótvindur og á strekkinum úr Vestmanna til Havnar var eisini mótvindur.

Bogi, sum lá í oddinum hevði gjørt av at bíða við at rýma og tað var ikki fyrr enn á seinasta strekkinum, eftir Kaldbakstunnilin, at hann gjørdi tær fyrstu royndirnar.

Og til síðst eydnaðist. Gunnar Dahl Olsen hevði ikki meir at geva av og Bogi slapp avstað.

Úrslitið av seinasta teininum í Statoil Kring Føroyar var sostatt, at Bogi gjørdist nummar eitt og Gunnar Dahl Olsen nummar tvey.