Bók um loysing prentað uttanlands

Útgevararnir spurdi ikki so mikið um prís frá føroyskum prentsmiðjum, sigur stjórin á Føroyaprent

Flaggdagin kom út bókin “Loysingarpolitikkur í 1940, við serligum atliti at virki Erlends Paturssonar“ út.

 

Í lesarabrævið, sum sæst aðrastaðni her á síðuni, finst Jon Hestoy, stjóri á Føroyaprent, at útgevarunum, sum als ikki hava spurt seg fyri um prentprís hjá føroyskum prentstmiðjum.

 

- Er nøkur bók, ið er komin út seinastu nógvu árini, ið átti at verið prentað í Føroyum, er tað henda! Tíverri, tað er hon ikki. Hóast ótaldar áheitanir hava tey, ið vara av bókini, ikki so frægt sum tikið stig til at biðja um tilboð upp á prentingina í Føroyum - skommin er tykkara. Tykkum nýtist ikki at svara aftur, at tað hevði verið ov dýrt. Tað vita tit ikki, tí tít hava ikki fingið ein prís uppá prent í Føroyum.

 

- Tað er lætt at nýta føgur um orð um sjálvbjargni, at ráða, liva og virka. Orðini skulu helst eisini hava ein veruleika aftanfyri seg, skrivar Jon Hestoy í lesarabrævinum, sum kann lesast HER.