Bók um teir 70 sjómanskvinnuringarnar

Søgan um sjómanskvinnuringarnar er týðandi partur av søguni hjá Sjómansmissiónini, og er partur av bygdar- og býarsøgunum, ja, partur av Føroya søgu.

Í kvøld var bókaframløga í Løkshøll í Runavík.

Tá varð bókin: “Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar”, sum Torleif Johannesen hevur skrivað, løgd fram.

 

Søgan um sjómanskvinnuringarnar er týðandi partur av søguni hjá Sjómansmissiónini, og er partur av bygdar- og býarsøgunum, ja, partur av Føroya søgu.

Í bókini verður greitt frá teimum 70 føroysku sjómanskvinnuringunum í 65 bygdum og býum í Føroyum, og um tann í Reykjavík og í Hirtshals.

Teir hava verið ryggurin í føroyskari sjómansmissión síðani 1928 og eru tað enn.

 

Bókin er 361 síður. Í henni eru 285 myndir av fleiri enn 1000 kvinnum. Forsíðumyndina hevur Livar Nysted málað og Jóhanna Thomsen hevur sett bókina upp. Heimamissiónsforlagið gevur út.

 

Bókin fæst til keyps á Manna.fo og í bókahandlum um landið.