Bókadeildin byrjað upp á 2015

Bókadeildin er nú á marknaðinum við sínum fyrstu fimm útgávum í ár

 

 

Fyrstu útgávurnar í 2015 frá Bókadeildini eru nú á marknaðinum. Útgávurnar hesa ferð eru fimm í tali, og er talið um bøkur til bæði børn o gung.

 

Lítli Lávus er ikki illur er ein smábarnabók, har focus verðr sett á kenslur hjá børnum.

 

Mamma Mu er bók frá Sven Nordqvist, sum eisini hevur staðið fyri Pettson og Findus-bókunum. Mamma Mu er vorðin ein sera væl umtókt kúgv í Svøríki. Hon dugir so mangt, m.a. at ganga á tveimum beinum og at súkkla.

 

Til tey eitt sindur størri børnini er triðja bókin í røðini um Vitello. Hesa ferð eitur bókin, Vitello fær eina ólekra gentu.

 

 

Beint á barkan er sjálvlestrarbók til tey 9-12 ára gomlu. Talan er um spenningsbók, har Tóra og Símun royna at finna útav, um tað veruliga spøkir á oynni, har tey eru í summarhúsi.

 

At enda er talan um triðja partin av tríverkinum um skúlanæmingarnar í Engelsfors.

Ein mánaður er farin, síðan sorgarleikin á Engelsfors Studentarskúla og demonarnir herja á aftur. Hvør er vinur? Hvør er fíggindi? Kunnu tær útvaldu, sum eru eftir, framvegis líta á hvør aðra? Spælið hevur tikið eina nýggja vend og tíðin rennur undan. At enda kunnu tær bara
vera vísar í einum: alt fer at broytast ...