Bókaútgáva og listaframsýning við Heiðriki á Heygum

Í dag 2. desember, frá kl. 15.00 -19.00, hevur fjøllistamaðurin Heiðrikur á Heygum bæði bókaútgávu og listaframsýning í Williamsstovu

Nýggja bókin eftir Heiðriki á Heygum eitur “Gentan við gimsteinatárunum”. Talan er um ein fábul við 16 versum og 16 málningum. Bókin er ætlað til vaksin og snýr seg um menniskjanáttúruna, grammleika, materialismu og samfelagsskomm.

 

Søga og málningar eru eftir Heiðriki og tillagað bókina hevur Sissal Kampmann. 

 

Á framsýningini ber til at ogna sær bókina, og somuleiðis eru allir 16 máningarnir úr bókini til sølu. Einast 300 eintøk eru prentað av bókini - 200 føroysk og 100 ensk. Hvørt eintak er persónliga talmerkt og undirskrivað av Heiðriki.

 

Hetta er onnur bókin eftir Heiðriki á Heygum. Fyrsta bókaútgávan hjá honum “Deyðin og moyggin” varð givin út í 2020. 

 

Framsýningin er opin frá 2 - 8 des millum 15-19.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin, heilsar listamaðurin.