Í eini fjøruti ár hevur Tórshavnar býráð latið skrivandi fólki í Føroyum eina bókmentavirðisløn: M. A. Jacobsens. Hesin heiður hevur samstundis verið góður fíggjarligur stuðul til ein bólk í samfelagnum, sum má kunna kallast sannir idealistar. Hetta er alt gott. Vit kunna altíð kjakast um, hvør ið hevur henda heiður uppibornan og hvør ikki; men sannroynd er tað, at maðurin M. A. Jacobsen, sum Christian Matras málber seg: var ein høgt mentaður og siðprúður maður, ið sæt í hægsta sessi í landsins høvuðstað. M.A.J. Var einki bygdarligur og ei heldur pírin, og honum er nógv fyri at takka, at arkitektoniska megnarverkið gamla Bókasavnið varð bygt.
Nú hevur býráðið knappliga broytt reglugerðina um M.A.J.-heiðurslønina, og haldi eg hetta vera eitt bakkast fyri skrivandi fólki í Føroyum.
Misskiljið meg ikki: eg unni øllum, sum í ár hava fingið nýggju mentanarvirðislønina/»barnabóka«virðislønina og ynski teimum hjartaliga tillukku. Tey hava einki við reglugerðir at gera, tey arbeiða trúliga fyri føroyskari mentan, og áttu langtsíðani at fingið ein sjálvstøðugan mentanarprís, sum kundi itið 100 ymisk nøvn t.d. Mentanarvirðisløn Richard Longs/Mariu Mikkelsen/William Heinesens/Regins í Líð, etc.
Tað er bara stut síðani, at føroysku politikkararnir samdust um at taka v nógv umrødda sømdarpeningin, hendan heiðurspening, sum fleiri listarfólk sóu fram til at fáa hvørt ár. Minnist til, sømdarpeningur er ikki løn men heiður, eins og eitt heiðursmerki. Stór skomm var hetta, serliga tá hugsað verður um, at fleiri av móttakarunum vóru aldrandi; fólk sum høvdu skapt tjóðini stór mentanarlig virði; virði sum verða standandi, virði sum politikkarar okkara ikki smæðast við at vísa fram fyri gestum sínum í tíð og úrtíð. Men hetta verður teirra skomm!
Av egnum royndum veit eg, at skrivandi fólkið í Føroyum spinnur ikki gull av nøkrum. Eru vit heppin, fáa vit eina ferð í lívinum M.A.J. ella samsýning frá t.d. útvarpi fyri upplestur av bók, vit kunna, um heilt galið stendur til - søkja um arbeiðsstuðul í t.d. 3 mánar, so vit kunna gera eina bók lidna, (um vit sleppa gjøgnum nálareygað). Um onkur okkar anú verður »bestseljari« eitt árið, verða vit eisini leskað. Hetta er gullið.
Eru vit óheppin, sum tey flestu eru, fáa vit ikki klovið oyra fyri verk, vit hava arbeitt við í áravís. Í staðin fara pengarnir til prent/ innbinding/ sølu/ umsiting.
Saman um tikið: Tað eru piparnøtir, ið í dag verða goldnar føroyskum rithøvundum.
Rithøvundar elska at skriva, tí skriva teir - lukkutíð fyri Føroyaland, tí hvussu hevði nú verið vorðið, um øll góvust at skriva í Føroyum?
Tí haldi eg, at M. A. Jacobsens bókmentavirðisløn er so ógvuliga týdningarmikil at hava púra óskerda, og eg heiti á Tórshavnar býráð um, at teir stovna eina sjálvstøðuga mentanarvirðisløn og lata bókmentirnar fáa tann heiður, tær vissuliga hava uppiborið: M.a. Jacobsen - virðisløn og Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs.
Oddvør Johansen