Bókmentirnar liva sítt fríska lív í Syðrugøtu

- Aftur í ár er eysturbúgvi innstillaður til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðs, fegnast tey um í Eysturkommunu

 

Í gjár varð kunngjørt í øllum Norðanlondum, at Vónbjørt Vang, sum býr í Syðrugøtu, er innstillað til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðs 2025.

 

Tað er fyri yrkingasavnið Svørt orkidé, sum kom út á forlagnum Eksil í 2023. Bókin er eitt yrkingasavn og ein myndabók við kollasjum hjá Vónbjørt sjálvari.

 

- So seint sum í oktober í fjør fekk Vónbjørt Vang virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir. Hon er sera virkin á bókmentaliga pallinum, bæði í Føroyum, í Norðanlondum og aðrastaðni við.

 

Soleiðis siga tey í Eysturkommunu í dag.

 

Her vísa tey eisini til innstillingartekstin, sum sigur soleiðis:

 

“Vangs værk arbejder med flere lag af betydning og materialitet, hvor tekster, billeder og citater fra andre værker flettes sammen i en collageagtig form. Brugen af fragmenter og visuelle elementer understreger det splittede og søgende i moderens erfaringer – hendes forsøg på at finde et sprog for det usigelige.”

 

Lagt verður aftrat, at vinnarin av Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðs 2025 verður kunngjørdur, og virðislønin verður handað á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Stokkhólmi, 21. oktober.

 

Ritverkið hjá Vónbjørt Vang higartil er:

 

* 2023 Svørt orkidé (yrkingar)

 

* 2023 Úr loggbókunum (essay)

 

* 2017 Djúpini (yrkingar)

 

* 2011 Millumlendingar (yrkingar)

 

Forlagið Eksil við Kim Simonsen, sum eisini hevur sítt virksemi í Syðrugøtu, hevur givið øll verkini út.

 

- Her er vert at nevna, at Kim Simonsen sjálvur var innstillaður til somu Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðs í 2024 við yrkingssavninum ”Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum”.

 

So ikki kann sigast annað enn, at bókmentirnar liva sítt fríska lív í Syðrugøtu í hesi tíð, verður lagt aftrat.

 

Í Eysturkommunu gleðast tey ómetaliga nógv saman við Vónbjørt Vang um, at hennara triðja yrkingasavn rakk hesum tindum - at verða innstillað til navnframu og hámettu bókmentavirðislønina.

 

- Vit gleða okkum at fylgja gongdini og hennara bókmentaliga virksemi og vilja heiðra Vónbjørt, nú Svørt orkidé er innstillað til Norðurlendsku virðislønina, siga tey í Eysturkommunu.