Bondevik vorðin fótbóltsvenjari

Fyrrverandi norski forsætismálaráðharrin og útbúni presturin, Kjell Magne Bondevik hevur nú roynt seg sum fótbóltsvenjari á stórari ítróttarstevnu tætt við Kristiansand.

Heri Simonsen

--------------------

Fyrrverandi norski forsætismálaráðharrin og formaðurin í Kristiliga Fólkaflokkinum í Noregi, Kjell Magne Bondevik er farin nýggjar leiðir. Hann royndi seg á fyrsta sinni, 59 ára gamal, sum fótbóltsvenjari á einari stórari ítróttarstevnu í Dvergnestangen tætt við Kristiansand, har Todi Jónsson fyri stuttum royndi fótbóltseydnuna!

 

Svorðin Molde-fjeppara!

Fótbóltsumhvørvið er tó ikki ókent fyri Kjell Magna Bondevik. Hann er kendur fyri at verða ein svorðin fjeppari hjá gamla felagnum hjá Jákupi Mikkelsen, Molde FK sum hevur heimstað á norska vesturlandinu. Bondevik hevur eisini spælt nógv fótbólt á lægri divisiónstøði á yngri árum. Bondevik og høvuðseigarin av Molde Fotballklubb, Kjell Inge Røkke, sum er næstan líka væl kendur í Klaksvík, Todi og Jákup eru gamlir vinmenn.

Bondevik hevur eisini sitið í stýrinum hjá Molde FK, og eitt skifti sum "president", sum norðmenn so snøgt tittulera tað. Bondevik mátti sjálvsagt siga stýrisessin í Molde FK frá sær tá hann gjørdist forsætismálaráðharri. Men ikki so sjáldan sóu fólk forsætismálaráðharran til landsdyst á Ullevaal-leikvøllinum í Oslo.

 

"KRIK"

Í Noregi finst ein felagsskapur ið nevnist: "Kristen Idrætskontakt", stytt: "KRIK". Hesin felagsskapur hevur lokalar deildir runt alt Noregs land, sum stuðlar ungfólki í meinigheitum og samkomum at íðka ítrótt av øllum slagi. Í hesum høpinum verður eisini skipa fyri andaktum, konsertum, kristnari frálæru o.s.fr. KRIK hevur eina stóra summarstevnu á hvørjum ári. 7. - 12. august settu 980 kristin ítróttarfólk hvørjum øðrum stevnu í Dvergnestangen skamt uttanfyri Kristiansand. Á skránni var sjálvsagt eisini fótbóltur!

 

Tekniskt vánaligur!

Blaðmaðurin hjá kristnu dagsavísini "Vårt Land" sum eygleiddi venjingina hjá Kjell Magna hevði ikki so nógv at finnast hvat viðvíkur teimum taktisku disposisjónunum. Men hesin var ikki so hugtikin av gamla forsætismálaráðharranum tá tað kom til bólttemjingar og at senda bóltin millum seg og ungu leikarnar! "Eg havi mína styrki á miðvøllinum, sum strategur og bóltfordeilari" segði Bondevik við "Vårt Land", ikki so ólík støðuni í norskum politikki har hann var ein strategur á miðjuni! "Eftir mínum tykki er fótbóltur best tá hann verður spældur ígjøgnum miðvøllin. Hagani líkar mær best, at bólturin verður koyrdur út á vengurnar. Tí dámar mær best 4-3-3-spælskipanina!"

Ella sagt við øðrum orðum: Bondevik er ein kontrastur - bæði fótbóltsliga og politiskt - til kommunistin, Egil "Drillo" Olsen, hvørs 4-5-1-spæliskipan var hatað og foraktað av øllum fótbóltsheiminum! So fótbóltsliga eru danski landsliðsvenjarin og "Drillo-hatarin", Morten Olsen og Kjell Magne Bondevik meira á einum málið! Bondevik var ikki bara fótbóltsvenjari á summarstevnuni hjá KRIK. Hann helt eisini eitt seminar um "Kristna samfelagsábyrgd". Okkara løgmaður er eisini gamal fótbóltsvenjari og nevndarlimur, so spyrst um Jóanes Eidesgaard eisini fer at gera, sum fyrrverandi norski starvsfelagin, og royna seg sum venjara?

(Kelda: VÅRT LAND)