Faroe Petroleum boðar frá, at farið er undir at bora ein leitibrunn á norska loyvinum PL376, sum felagið eigur 10% av. Á loyvinum er týðandi leitimiðið Grosso
Fleiri leitimið eru eyðmerkt á leitiloyvinum, sum liggur á North Viking Graben. Brunnurin er tann fyrsti, sum verður boraður á loyvinum, ið liggur nær við Gjøa framleiðslueindina og Agat gassfundið.
StatoilHydro er fyristøðufelag, og Ocean Vanguard boripallurin borar brunnin. Hinir loyvishavararnir eru E.ON Ruhrgas við 10% og Gaz de France við 20%. Tað tekur væntandi 70 dagar at bora brunnin.
Grosso brunnurin er partur av boriverkætlanini hjá felagnum í Noregi. Hyme leitibrunnurin verður eisini boraður í løtuni. Tá liðugt er at bora Hyme brunnin, verður farið undir at bora South East Tor, ið er ein metingarbrunnur. Allir tríggir brunnarnir falla undir skattaskipanini, har 78% av útreiðslunum verða endurgoldnar árið eftir. Henda skattaskipanin varð sett í verk í Noregi fyri at stimbra leitingina eftir kolvetnum á norskum øki.
Fyri stuttum hækkaði Faroe Petroleum lánsavtaluna til leitivirksemið í Noregi upp til NOK 500 mió. Hesin kredittur, sum er til sera góðar treytir, skal nýtast til boriverkætlanina í Noregi, soleiðis at eginpeningurin hjá felagnum kann varðveitast.
Tíðindaskriv á enskum er á heimasíðu felagsins (www.fp.fo)