Borat sum Freddie Mercury

Sacha Baron Cohen hevur fingið høvuðsleiklutin í einum komandi filmi um Freddie Mercury. Tað skrivar BBC í dag.

 

Ætlanin er at lýsa lívsleiðini hjá Mercury sum tónleikari. Upptøkurnar byrja í næsta ár.

 

Sacha Baron Cohen hevur áður verið í leiklutinum sum Borat og Bruno.

 

Freddie Mercury varð føddur á Zanzibar í 1946, og var oddamaður í Queen í árunum frá 1971 til 1991, tá hann lat lív.