Borg hevði út við 12 milliónir í avlopi

Talan var um metgott ár hjá P/F Borg í fjør, tá felagið samstundis rundaði tey fyrstu 15 árini

Tað gekk væl hjá timburhandlinum Borg í fjør. Tað vísir roknskapurin, sum kom við einum úrsliti upp á 11,7 milliónir krónur.

Bruttoúrslitið hjá felagnum í fjør var upp á góðar 52 milliónir krónur ímóti løgkum 40 milliónum árið fyri. Ársúrslitið uttan kapitalpartar var soleiðis 11, 2 milliónir krónur ímóti 7 milliónum krónum árið fyri.

– 2020 var eitt nógv øðrvísi ár hjá Borg, og tilvenjingin og avbjóðingin stór við nýggju støðuna við Covid-19 farsóttini, har nehðugt var at arbeiða í vaktum fyri at verja starvsfólkini, hetta fyri at koma trygt ígjøgnum hesa óvanligu støðu, sum samfelagið kom í fyrst í árini, skrivar leiðslan í ársfrágreiðingini.

Virksemi hjá P/F Borg er at reka timburhandil, eiga partabrøv og annað starv í hesum sambandi.

– Summarið 2020 skapti stóra øking í sølu, sum var við til at gera úrsltiið hjá Borg metgott, hóast  at árið var sera avbjóðandi á aðrar mátar, skrivar felagið.

Tøki peningurin hjá P/F Borg er í 2020 øktur við 6 milliónum krónum frá -30,9 til -24,9, skrivar leiðslan í felagnum í ársfrágreiðingini.

Um framtíðarútlitini fyri 2021 og frameftir sigur felagið, at stóri vøksturin fer at vera avtakandi og fer tey næstu trý til fimm árini at leggja seg í eina meira javna legu.

– Leiðslan er nøgd við gongdina, nú Borg hevur rundað tey 15 árini síðan byrjan.

Hin 21. september 2007 vóru allar tríggjar fyritøkurnar, Højgaards Handilsvirki, Klement Petersen og Timburhandilin í Klaksvík, samlaðar undir einum navni, Borg. Hetta varð gjørt, fyri at fyritøkan skal hava eitt felags andlit úteftir, og fyri at savna alt virksemi í sama felag.

Tey trý feløgini, P/F Højgaards Handilsvirki, P/F Klement Petersen og P/F Klaksvíkar Timburhandil, eru sostatt nú í einum felag undir navninum P/F Borg. Tað er P/F KN, sum eigur P/F Borg. Fram til 1. august 2011 áttu Jónsvein Knudsen, Rodmundur Nielsen og Jóhannus Danielsen felagið.

Frá 1. august 2011 gjørdist Rodmundur Nielsen einsamallur eigari av P/F Borg.Í oktober 2005 yvirtók P/F KN partabrøvini í P/F Højgaards Handilsvirki. Í mai 2006 keypti felagið Timburhandilin í Klaksvík og P/F Klement Petersen í Saltangará.Fyritøkan Borg er í dag eitt handilsvirki við deildum í Runavík og Klaksvík.

1. desember í 2018 keypti felagið eisini Havnar Timburhandil.

Eginongnin hjá P/F Borg var við árslok 45,6 milliónir krónur. 65 fólk starvast í felagnum, sum rindaði eigarunum 2,3 milliónir í vinningsbýti.

Tað er smápartafelagið Viljin, sum eigur partapeningin í P/F Borg. Stjóri felagsins er Rodmundur Nielsen. Nevndarformaður í felagnum er Lars Peter Nielsen í Skibby í Danmark. Nevndarlimir eru Rodmundur Nielsen og Óli Marner Christiansen.