Borgarafundur um vindmyllulund á Sandi

- Umhvørvisstovan og SEV verða við á fundinum, og tey fara at greiða frá og svara spurningum frá fundarfólki.

Mikukvøldið hin 7.  juni klokkan 20 verður almennur borgarafundur á Sandi.

 

Fundurin fer at snúgva seg um ætlanirnar at staðseta eina vindmyllulund á Sandi.

 

- Umhvørvisstovan og SEV verða við á fundinum. Tey fara at greiða frá og svara spurningum frá fundarfólki.

 

Tað siga tey í Sands kommunu í dag.

 

Borgarafundurin verður í ovaru hæddini í umsitingarbygninginum hjá Sands kommunu á Mørkini Miklu.

 

- Vit vóna, at fólk møta fjølment til fundin, siga tey í Sands kommunu.