Borgararnir í Haraldssundi fáa ongar sømdir

Leiguøkir: Í ár hava 4 umsóknir verið viðgjørdar í Kunoyar kommunu, har ynskini hava verið at fingið økir við bátahylin í Haraldssundi. Tvær umsóknir vóru úr Klaksvík, og tvær vóru úr Haraldssundi. Báðar umsókninar úr Klaksvík vóru samtyktar, men báðar umsóknirnar úr Haraldssundi fingu noktandi svar.

Jákup Jacobsen kommunustýrislimur í Kunoyar kommunu

Økið, sum Klaksvíkingar hava fingið til leigu á økinum er umleið 1280 fermetrar tilsaman.
Vit í Haraldssundi standa spyrjandi í hesum málinum.
Kann tað henda seg at orðsøkin er, at annar umsøkjarin eitur Jákup Jacobsen. Hann hevði søkt um at fáa eitt økið við bátahylin uppá 370 fermetrar til eina vinnuhøll. Her mugu vit ásanna, at vinnulívið í Kunoyar kommunu, ikki er høgt í metum. Kunoyar kommuna hevur einki hóskandi øki at vísa á. Um ein borgari í Kunoyar kommunu, skal fáa nakað øki, má hann á knøunum til Klaksvíkar kommunu, tí ikki er pláss fyri honum í Kunoyar kommuni.
Hvussu fer Kunoyar kommuna, at viðgerða aðrar umsóknir, tá talan er um vinnulívið ? Hvat er orðsøkin ? Hvat er grundin ? Klaksvíkingar hava aftur hesaferð fyrsta rætt í Kunoyar kommunu. Um nakar hevur hug, at hyggja eftir atkvøðugreiðsluni í hesum máli, so letur tað seg ikki gera, sjálvt um hetta eigur at verða kunngjørt sambært lógini.
Um Kunoyar kommuna hevði røkt sína skyldu og kunngørt úrritið úr gerðabókini fyri hendan fundin, so hevði tú ikki kunnað sæð, hvør atkvøddi hvat, tíverri. Uttan at koma nærri inn á hetta mál, so veit
boprgarstjórin Heini O Heinesen, hvør tók hesa avgerð. Tá hetta málið var fyri, var tað sum tá børn spæla: Fólk í húsi. Eg vil minna kommunustýrislimirnar á, at tað er teirra skylda, at viðgera eitt mál, og atkvøða út frá síni bestu sannføring. Tað er okkara skylda at syrgja fyri, at allir okkara borgarar í Kunoyar kommunu, verða viðgjørdir eins, og vit mugu samstundis ansa eftir, at okkara øvundsjúka ikki tekur ræði, og yvirhálar okkara vit og skil í skeivari síðu.
Viðmerking til Heina O Heinesen:
Tá ið Heini O Heinesen sigur við Dimmalætting, at gerðabókin hjá Kunoyar kommunu, verður førd uppá punkt og prikkar, so kann eg vísa á lesarabrævið, ið eg hevði í Dimmalætting, har ið eg skrivaði, at nú verður gerðabókin skriva sum hon skal. Í hesum sambandi, kann eg siga, at tá eri eg ógviliga lagaligur, tí tú kanst ikki síggja, hvør atkvøður hvat, uttan so at ein av kommunustýrislimunum vil fáa hetta í gerðabókina, sum eina viðmerking.
Í somu viðmerking til Dimmalætting, sigur borgarstjórin, at tað var betri skil á Kunoyar kommun, enn á nógvum øðrum kommunum. Hesi orðini eigur Heini O Heinesen og um so er, at tað stendur verri til í hinum kommununum, so fær Innlendismálaráðið nokk at gera í komandi framtíð. Hinar kommunurnar kenni eg av góðum grundum einki til.
Úttalilsi hjá Heina O Heinesen í fjølmiðlunum:
Fyri stuttum hevði Pegasus eina samrøðu við Heina O Heinesen borgarstjóra, har hann fortaldi fyri Føroya fólki, at øll vóru vælkomin í Kunoyar kommunu, og at hann ikki gjørdi mun á fólki, og tað hevði hann ongan rætt
til. Her fer borgarstjórin út um alt mark, tí tað kunnu fleiri umsøkjarar prógva, ið hava havt umsóknir hjá Kunoyar kommunu, og fingið noktandi svar. Grundgevingarnar hjá Kunoyar kommunu, hava ikki verið nøktandi, og alt ov
lítið hevur verið gjørt við hesi mál, fyri at funnið loysnir, ið eina
kommuna kann vera stolt av.