Borgarin betri tænastu frá Almannastovuni

- Øll viðskiftafólk, sum koma í samband við Almannastovuna, skulu føla, at málsviðgerðin er góð, á einum fakligum høgum stigi og at hon er vinarlig, uttan mun til, um umsóknin hjá viðkomandi verður játtað ella ikki, sigur Petra Joensen, stjóri á Almannastovuni

ALMANNASTOVAN

Almannastovan er ein týðandi stovnur fyri stóran part av Føroya fólki, og er tann almenni stovnurin, sum fólk eru oftast í sambandi við frá vøggu til grøv.
- Fremsta uppgávan hjá stovninum er, at brúkararnir og viðskiftafólkini, fakbólkar og politisku myndugleikarnir hava álit á stovnin. Opinleiki og gjøgnumskygni í allari umsitingini er sera umráðandi, sigur Petra Joensen, stjóri á Almannastovuni.
Stovnurin er farin undir sera umfatandi bygnaðarbroytingar. Ístaðin fyri at hava serkunnleikan miðsavnaðan undir ymsum deildum, ið er býttur upp eftir arbeiðsøkjum, skulu allar deildir á stovninum hava sama serkunnleika og vitan um øll øki. Økisdeildirnar kring landið skulu vegleiða og ráðgeva innan so at siga øll øki, og kunningin frá øllum deildum og økisdeildum skal verða eins yvir alt landið. Fyri at hetta skal eydnast, skulu øll starvsfólkini á stovninum, uttan mun til starvsaldur og útbúgving, undir eftirútbúgving sum liður í førleikamenning. Í hesum sambandi fáa serfrøðingarnir á stovninum eftirútbúgving í servitan.
- Endamálið við hesum er, at øll starvsfólkini fáa sama kunnleika og fatan um okkara lógarverk. Viðskiftafólkið skal fáa tað sama at vita, uttan mun til, hvar viðkomandi vendir sær til. Hetta eru ógvuliga stór krøv til okkara starvsfólk, men tey eru neyðug, um viðgerðin skal verða betri. Starvsfólkini á stovninum skulu kunna viðskiftafólk rætt, eins og nøktandi, og møta viðskiftafólki vinarliga. Øll viðskiftafólk, sum koma í samband við Almannastovuna, skulu føla, at málsviðgerðin hevur verið góð, á einum fakligum høgum stigi og at hon hevur verið vinarlig, uttan mun til, um umsóknin hjá viðkomandi verður játtað ella ikki, sigur Petra Joensen.
Grundskeiðið byrjar hálvan august og er í ein mánaða. Víðkaða skeiðið verður seinni í heyst. Tá ið hetta árið er lokið, skulu allar bygnaðarbroytingarnar vera framdar.

Styrkja felagsfatanina
Grundin til, at henda umfatandi eftirútbúgvingin verður framd, er ikki, at starvsfólkini á stovninum kenna lógarverkið ov illa, sigur stjórin á Almannastovuni.
- Tað er umráðandi at menna felagsfatanina av okkara lógarverki og at tryggja okkum, at øll starvsfólkini kenna lógarverkið. Tað er ikki nóg mikið, at vit halda, at øll kenna lógargrundarlagið. Fáa vit tær afturmeldingar, eitt nú frá fjølmiðlunum, at viðgerðin og viðferðin eru tilvildarlig, má eg sum stjóri kanna neyvt eftir innanhýsis, hví fólk hava hesa fatan, sigur Petra Joensen.
Hvørt almenningurin hevur álit á Almannastovuni og er nøgdur við ta viðgerð, tey fáa frá stovninum, ella ikki, skulu vit ikki taka dagar ímillum. Men vit kunnu vísa á dømi, har fólk hava fílst á viðferðina og viðgerðina, tey hava fingið frá málsviðgerðarum á Almannastovuni. Eitt nú hevur verið funnist at, at kunningin hevur verið ónøktandi og ymisk. Hesar atfinningar eru tiknar til eftirtektar. Somuleiðis hevur Løgtingsins umboðsmaður givið Almannastovuni átalu fyri drúgva viðgerð.
Leiðslan á Almannastovuni hevur gjørt av, at kunningin, sum fer út av stovninum, skal raðfestast hægri og gerast betur í framtíðini.
- Leiðsluskrivstovan, sum verður sett á stovn, fer at taka sær av hesum, soleiðis, at dygdin og upplýsingarnir í kunningini eru á høgum stigi. Hetta skal sjálvsagt gerast í samsvari og samstarvi við serkunnleikan á deildunum. Øll kunning verður eftir einum væl gjøgnumhugsaðum leisti eftir einum serligum sniði, har dygdin er í hásæti. Hetta verður ein spennandi avbjóðing til okkara. Vit kunnu seta okkum sjálvum spurningin, um vit tosa eitt mál, sum fólk skilja ella ikki. Málið í sjálvum sær er, at kunningin ikki bert skal verða nøktandi orðað, men eisini innihalda tær upplýsingar brúkarin hevur brúk fyri, sigur Petra Joensen.

Datagrundarlag
Almannastovan arbeiðir við at gera eitt stórt datagrundarlag, soleiðis, at stovnurin altíð nágreiniliga veit, hvussu nógvar umsóknirnar eru til tað ymiska, nær tær koma, hvar trýstið er størst og hvar bíðitíðin er longst.
- Eru hesi viðurskiftini greið, vita vit, hvørji øki á stovninum skulu styrkjast og betrast. Leiðslan hevur arbeitt við visjónum og ætlanum fyri stovnin og í heyst seta vit í verk virkisætlanir fyri ymsu økini og toymini kring landið. Tað er sera umráðandi, at leiðsla og starvsfólk eru greið yvir, hvørja tænastu vit geva og hvørja vit eiga at geva, sigur Petra Joensen.
Stjórin á Almannastovuni metir, at stovnurin megnar stóru avbjóðingina, sum umfatandi bygnaðarbroytingar er, og at stovnurin hevur starvsfólkaorkuna til tess. Tó hevur stovnurin eina umsókn um størri játtan í komandi fíggjarlóg.