Tað er gleðiligt, at tað gerst bíligari at ferðast um firðir og sund kring landið.
Tað siga borgarstjórar í Suðuroy í sambandi við, at tað er vorðið bíligari at koyra gjøgnum undirsjóvartunlarnar í eini áheitan til Johan Dahl, landsstýrismann í Vinnumálum
At tað nú gerst bíligari at ferðast gjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin fer at gagna borgarum og vinnulívið í hesum pørtunum av landinum, eins og onnur, sum ferðast til hesi økini, fara at fáa gleði av príslækkingini. Príslækkingin, sum varð kunngjørd í farnu viku, er grundað á øktari ferðslu, á økt tal av bilum gjøgnum Vága- og Norðoyatunnilin.
Borgarstjórarnir í Suðuroy vísa á, at eisini á Suðuroyarleiðini er talið av ferðandi økt munandi seinastu árini. Síðan 2004 er talið av ferðandi um Suðuroyarfjørð vaksið úr góðum 154.000 í 2004 og upp í smá 212.000 ferðandi í 2011. Ein vøkstur á 37%.
Økta talið av ferðandi um Suðuroyarfjørð hevur tó ikki havt heilt somu úrslit við sær, sum nú eru fráboðaði við príslækkingum í báðum undirsjóvartunnlunum. Seinastu árini eru á Suðuroyarleiðini gjørdar príshækkingar og ikki minst, so er tað frammanundan alt ov lága túratalið, skorið enn meiri, siga borgarstjórarnir, sum vísa á, at í Suðuroynni búgva umleið 10 prosent av Føroya fólki.
Á samferðsluøkinum er tænastan (títtleikin og kostnaðurin) til Suðuroynna munandi verri enn t. d. til Vágarnar og Norðoyggjar. Hóast hetta er prísurin fyri tænastuna á Suðuroyarleiðini væl hægri fyri brúkaran, enn prísurin á farleiðini til t.d. Vágarnar og Norðoyggjar. Vit kommunurnar í Suðuroynni vænta í seinasta lagi 1. juli. 2013 eina fráboðan frá Johan Dahl, landsstýrismanni, ið varðar av Strandfaraskipum Landins, um, hvussu tænastan á Suðuroyarleiðini verður betri, tvs. eina fráboðan um hvussu príslækkingar og øking av túratalinum um Suðuroyarfjørð, verður framt í næstum.
Skriva undir hesa áheitan hava:
Kristin Michelsen
Tvøroyrar kommuna
Trúgvi Gudmundarson
Hvalbiar kommuna
Dennis Holm
Vágs kommuna
Mikkjal Sørensen
Porkeris kommuna
Eydis Ellendersen
Fámjins kommuna
Eyðbjørn Thomsen
Sumbiar kommuna
Delmar Tausen
Hovs kommuna