Borgarstjóri noyddist í sóttarhald

Nýggjur borgarstjóri byrjaði skeiðið í sóttarhaldi

Á ársskiftinum tók Karl Johansen við sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, men fyrstu vikuna hevur hann sitið í sóttarhaldi.

Tað skrivar Norðlýsið.

Karl Johansen hevur verið í Danmark um jólini, og tá ið hann kom aftur til landið, fór hann í sóttarhald. Hann verður leysur av sóttarhaldinum í dag.

Karl Johansen er nýggjur borgarstjóri í samstarvi millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldi í Klaksvíkar býráði. Hann avloystir Jógvan Skorheim, sum var borgarstjóri í átta ár.

– Mangan hevur verið tosað um, at tað almenna hevur víst ov lítla virðing furi skatapeningi borgarans. Eg fari at ansa væl eftir, at peningur, sum borgararnir spýta í kassan, fer at geva borgarunum nakað aftur, sigur Karl Johansen við Norðlýsið.