Borgarstjórin í Klaksvík hitti borgarstjóran í Odense

Tað var torført at fáa inn í skránna eina vitjan hjá borgarstjóranum í Odense, tí hann var rættiliga upptikin og var partur av valstíðnum í Danmark, men hann setti so døgurðatíman hjá sær av til ein vitjan kl. 12 fríggjadagin.

Borgarstjórin, Peter Rahbæk Juel var tó sera áhugaður í hvat Jógvnan Skorheim, borgarstjóri í vinarbýi hansara, Klaksvík, hevði at bera fram. Hann geiddi eisini frá, hvørjar avbjóðingar Odense stóð fyri og hvussu býurin verður skipaður við bygging av ymsum slag.

##med2##

Borgarstjórarnir báðir umrøddu millum annað íbúðarloysnir, grøna orku, býarmenning og framtíðar vinarbýarsamstarv.

Við á fundinum vóru eisini varaborgarstjórin, Signhild V. Johannesen og Tummas Lervig, formaður í Havna- og Vinnunevndini – Claus Houden, formaður fyri stýrið fyri Norðatlantiska húsið og býráðslimur, Kirsten Mærsk, stóri fyri Norðatlantiska húsið og Benny Nybo, fyrrverandi formaður fyri stýrið fyri Norðatlantiska húsið.

Tá ið tann hálvi tímin var liðin, sum avsettur varð vitjanina, kom ein skrivstovudama inn og boðaði frá, at nú var klárt til næsta fund. Tá svaraði borgarstjórin, ”Dette er er så interessant, sig til dem om at vente et øjeblik”!

##med3##

Eftir vitjanina vóru vit víst runt í húsinum, sóðu býráðssalin, rúmini aftanfyri, har myndir av fyrrverandi borgarstjórunum hingu og vøkru málningarnar av Trampedak, sum eru nakrir av í húsinum, og so sluppu vit eisini inn í Drotningastovuna – eitt stað, sum drotnignin brúkar, tá ið hon vitjar Odense, har m.a. bystur av drotningini og prinsinum standa, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt.

Borgarstjórin, Jógvan Skorheim endaði sína vitjan við at bjóða Peter Rahbæk Juel, borgarstjóra á vitjan í Klaksvík, sum hann tók væl ímóti og var sinnaður at seta inn í sín kallendara.  

Í dag er nógv fólk á vitjan hjá skipunum og her er eisini kappróður við føroysum bátum.

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##