Borgarstjórin í Oslo, Raymond Johansen, heilsaði upp á ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, tá hann saman við øðrum evropeiskum borgarstjórum vitjaði í Ukraina í gjár.

Borgarstjórar í Evropa vitjaðu í Ukraina í gjár

- Tað fyllir nógv hjá Ukraina, at fólk fáa møguleikan at venda heimaftur, men tey mugu eisini hava nakað at koma heimaftur til, sigur borgarstjórin í Oslo, Raymond Johansen, sum vitjaði í Ukraina.

Borgarstjórin í Oslo, Raymond Johansen, heilsaði upp á ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, tá hann saman við øðrum evropeiskum borgarstjórum vitjaði í Ukraina í gjár.

- Øll lond í Evropa noyðast at offra nakað fyri frælsinum hjá Ukraina, og tað mugu vit eisini gera.

 

Tað sigur borgarstjórin í Oslo, Raymond Johansen, sum saman við øðrum evropeiskum borgarstjórum vitjaði í Ukraina í gjár.

 

Verdens Gang skifti orð við Raymond Johansen í telefonini, tá hann var á veg úr aftur Ukraina í bussi til Póllands.

 

Borgarstjórin sigur, at vitjanin í Ukraina skal vera eitt tekin um, hvussu virðismikið frælsið er, og at einki er vunnið einaferð fyri allar ævir, sum hann tekur til.

 

Saman við sjey øðrum borgarstjórum í Evropa, hitti borgarstjórin í Oslo eisini ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, og teir hittu eisini borgarstjóran í Kyiv, Vitalij Klitsjko.

 

Vitalij Klitsjko segði seg stúra fyri, at russiska innrásin í Ukraina fer at fáa minni og minni uppmerksemi millum evropeisk lond, sum tíðin gongur.

 

##med2##

 

Á ferðini í Ukraina sluppu borgarstjórarnir eisini at vitja í Butsja og Irpin, har kríggið hevur elvt til stórar oyðileggingar og ræðuleikar.

 

Borgarstjórin í Oslo vísir á, at tá tú sært veruleikan, sum er í Ukraina, skilir tú eisini, hvussu nógv stendur upp á spæl - eisini fyri Evropa.

 

- Hugsa tær, at ein "aggressorur" og enntá okkara granni ger innrás og sleppur at taka partar av øðrum landi. Tú noyðist næstan at hava verið her fyri at síggja álvaran í hesum, sigur Raymond Johansen.

 

Borgarstjórin í Oslo er eisini stýrislimur í felagsskapinum, Eurocities, har 200 evropeiskir býir eru limir. Undir vitjanini í Ukraina varð ein avtala undirskrivað um uppafturbygging av Ukraina eftir kríggið.

 

- Tað fyllir nógv hjá Ukraina, at fólk, sum eru flýdd, kunnu venda heimaftur, men tey mugu eisini hava nakað at koma heimaftur til, sigur Raymond Johansen.

 

Oslo kommuna fer eins og aðrir býir at leggja ítøkiligar ætlanir um, hvussu býurin kann hjálpa Ukraina við at endurbyggja hús, barnagarðar, skúlar, kloakkir og kommunala undirstøðukervið í landinum annars.

 

 

 

Borgarstjórin í Oslo, Raymond Johansen, heilsaði upp á ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, tá hann saman við øðrum evropeiskum borgarstjórum vitjaði í Ukraina í gjár.

Borgarstjórin í Oslo, Raymond Johansen, saman við borgarstjóranum í Kyiv, Vitalij Klitsjko.