Borgarstjórin: Eitt bragd at vinna FM - eitt enn størri bragd at endurvinna tað (FM1)

(FM1) Hoyr spontanu samrøðuna, ið var Karl Johansen, borgarstjóra í spontanu "Triðja Hálvleik" sendingini á FM1

Mynd: Petur Asbjørn Lervig

##med2##

 

FM1 hevði eina spontana "Triðja Hálvleik" sending, tá tað var staðfest, at KÍ er føroyameistari í Betrideildini hjá monnum 2022.

 

Millum teir sum vóru beinleiðis ígjøgnum var borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen. 

 

- Tað er eitt bragd at vinna meistaraheitið. At endurvinna tað er eitt enn størri bragd, slær borgarstjórin fast.

 

Karl Johansen kann við einum smíli eisini staðfesta, at síðani hann gjørdist borgarstjóri hevur KÍ vunnið FM-gull á hvørjum ári. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna við Karl Johansen. 

 

Mynd: Petur Asbjørn Lervig

Samrøða: Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Samrøða: Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu