##med2##
Hetta vikuskiftið eru seinsummardagar á Sandi. Her er nógv ymiskt á skránni, og tað er serliga leygardagurin - dagurin í morgin - sum verður hin stóri dagurin á tiltakinum.
Í dag hava søvnini á Sandi verið opin, og í kvøld klokkan 20.30 verður bál og felagssangur Niðri á Hamri. Seinasta á skránni í kvøld verður kafé í Virkinum við livandi tónleiki.
Frankie og Ási fara at spæla í Virkinum í kvøld, og her fer Hanus Johannesen at skipa fyri umtóktari Pub-Quiz.
Í morgin klokkan 10 bjóðar Sands kommuna til ókeypis morgunmat á kommunuskrivstovuni, samstundis sum hoppiborgir lata upp og kunnu roynast á Ljósafløtti heilt til klokkan 20.
##med3##
Nógv ymisk tiltøk eru á skránni í morgin, bæði til børn og vaksin, og her verða eisini fleiri tónleikaframførslur. Á Facebook-síðuni hjá Sands kommunu sæst neyva skráin fyri seinsummardagar á Sandi.
Í tíðindasendingini á FM1 klokkan 17 í dag greiddi borgarstjórin í Sands kommunu, Heri Sverrason, frá tiltakinum, og tað var Árni Gregersen, sum skifti orð við borgarstjóran.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Hera Sverrason.