Borgarstjórin í Klaksvík endurgivin á BBC

Tekstur: Dávur Winther

Í grein í dag hjá BBC NEWS verður víst til, at borgarstjórin í Klaksvík hevur í skrivi til Wick bjóðað til samráðingar um at loysa Klaks-Wick stríðið.

 

– Ein føroyskur borgarstjóri hevur boðið seg til at hitta býráðslimirnar í Wick í Caithness at greiða fløkjuna, sum er íkomin vegna tað, at tey í vinarbýnum, Klaksvík, drepa grind.

 

– Hinvegin mælir Gail Ross, umboð fyri býráðið í Wick, til at enda vinarbýarsambandið, júst vegna tað at tey í vinarbýnum, Klaksvík, drepa grind.

 

– Síðani verður víst til og endurgivið frá brævinum hjá borgarstjóranum í Klaksvík, Jógvan Skorheim, sum varð sent til Wick fyri kortum. Eisini verður sagt, at Hr. Jógvan Skorheim leggur afturat, at føroyingar lata sær ikki siga av øðrum, hvussu menatnararvur teirra verður havdur í hevd.

 

So sigast kann, at BBC hevur víst skrivinum hjá borgarstjórin í Klaksvík ans – Um niðurstøðan so verður at slíta vinarbýarsambandið millum Klaksvík og Wick, ella borgarstjórin í Klaksvík verður tikin uppá ráð, so at niðurstøðan í býráðnum í Wick verður at fylgja áheitanini um, at kunna seg betur um mentanina í Føroyum og Klaskvík, har m.a. grindadráp er ein lutur – ja, tað fer tíðin at vísa.

 

Mikudagin komandi hevur býráðið í Wick málið um vinarbýarsambandið millum Wick og Klaksvík til viðgerðar.

 

Greinin kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER

Tekstur: Dávur Winther

Tekstur: Dávur Winther

Tekstur: Dávur Winther

Tekstur: Dávur Winther

Tekstur: Dávur Winther