Borgarstjórin í Oslo fingið omikron

- Øll nærsambond hava fingið at vita um smittuna og eru biðin um at fylgjandi smittuverjureglum fyri omikron, sum eru øðrvísi og strangari enn fyri vanliga koronu-smittu, sigur býráðsskrivarin í Oslo.

Borgarstjórin í Oslo, Raymond Johansen, skrivar á sínari Facebook-síðu, at hann hevur fingið koronu-smittu, og í dag váttar býráðsskrivarin í Oslo, Kaia Storvik, at borgarstjórin er vorðin smittaður. 

 

- Øll nærsambond hava fingið at vita um smittuna og eru biðin um at fylgjandi smittuverjureglum fyri omikron, sum eru øðrvísi og strangari enn fyri vanliga koronu-smittu, sigur býráðsskrivarin.

 

Hon leggur aftrat, at støðan hjá borgarstjóranum er okey, sum hon tekur til. Hann hevur verið í sóttarhaldi, síðan hann varð staðfestur positivur mikukvøldið og virkar sum borgarstjóri úr sóttarhaldinum.

 

Kaia Storvik sigur við VG, at hon ikki hevur yvirlit yvir, hvussu mong eru endað í sóttarhaldi orsakað av býráðsleiðaranum, men hon heldur ikki, at hann hevur havt so nógv nærsambond seinastu dagarnar.

 

Nøkur í býráðsumsitingini eru tó endað í sóttarhaldi eftir smittutilburðin, og býráðsskrivarin leggur aftrat, at tey fylgja gongdini í samstarvi við býarlæknan.

 

Noreg hevur seinastu tíðina verið hart rakt av koronu, og smittutølini hava seinastu dagarnar sett met við fleiri enn 5000 nýggjum smittutilburðum hvørt samdøgur.