Vit í Runavíkar kommunu eru glað og nøgd við at kunna bjóða tykkum til 9. FaroExpo stevnuna.
Tað segði Magnus Rasmussen, tá hann bjóðaði vælkomin til FaroExpo 2013.
Tíðin stendur ikki í stað og nýggjar avbjóðingar síggja dagsins ljós.
Sum vant hava vit valt eitt tema til hesa stevnuna, og tað er sjálvandi avbjóðingin, nú ES hevur stongt fyri innflutningi fyri føroyskum vørum, og fleiri fyrilestrar verða um hetta evni gjøgnum dagin.
Magnus Rasmussen nýtti høvi at takka bæði fyrilestrarhaldarum og sponsorum fyri at ríka FaroExpo enn einaferð.
Stevnan heldur fram allan seinnapartin og endar við einum pallborðsfundi klokkan 16.00 til 16.45.
Skráin sær annars soleiðis út:
13.00 Stevnan verður sett av Magnus Rasmussen
13.15 Inngangur við Bergur Poulsen
13.30 Pelagiska vinnan á nýggjum heimsmarknaði við Bogi Simonsen
13.50 Føroyar sum brøðratjóð ella plága við Torstein Solem
14.10 Spurningar
14.25 Steðgur
15.00 ES er svarið við Sjúrða Skaale
15.20 Alternativir marknaðir við Gustav Baldvinsson
15.40 Avleiðingar fyri aðrar vinnur við Bergur Poulsen
16.00 Pallborð
16.45 Ráðstevnan endar