Hesa vikuna er Klaksvíkin karmur um Torradagar, og er hetta nýgginda árið á rað at Torradagar eru í Klaksvík. Tiltakið er vaksið við árunum, og fólk tykjast alt meir tilvitaði um mentanarvikuna og seta sær tíð av at koma í Klaksvíkar hesa vikuna, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík.
- Tað er týdningarmikið at hava hesar dagarnar, tí tað skapar nakað fyri tey eldru eins væl og tey yngru. Her eru tónleika- og mentanarlig tiltøk, eins væl og tað sum er upplýsandi við á kjaki, og øðrum. Tað at seta fokus á Torradagarnar og fiskivinnuna hevur nakað at siga fyri Klaksvíkina, sigur Jógvan Skorheim.
Skráin hesa vikuna hevur verið full, og nógv tiltøk av ymsum slagi hava verið í býnum. Serliga var tað fiskivinnupolitiski toppfundurin, við umboð vegna allar flokkarnar á tingi, sum fekk umtalu og áhuga.
- Vit hava lagt okkum eftir sum býur at skapa so nógv tilboð fyri okkara borgarar og eisini teir borgarar sum eru aðra staðir í Føroyum, sum gjørligt. Tað vísir seg at tað eru fleiri og fleiri sum koma og taka lut í hesum her. Serliga eru fólk áhugaði í at fara í dýbdina í upprunan av fiskivinnuni og í hvat fiskivinnan snýr seg um, sigur Jógvan Skorheim.