Annika Olsen hóttir nú Løgtingið við, at um tey ikki seta pengar av til innkomuvegin til Havnar, so hann kann vera liðugur áðrenn Eysturoyartunnilin verður liðugur í 2020, so fer hon at taka sæti á tingi.
Hesa hóttan bar hon fram í tíðindinum í Kringvarpinum í dag.
Tað var annars júst Annika Olsen, sum við lóg ætlaði at nokta borgarstjórum at taka sæti á tingi. Og tá hon gjørdist borgarstjóri í Havn 1. januar í 2017, fór hon í farloyvi úr Løgtinginum. Av tí at hon ikki hevur sagt starvið sum løgtingskvinna frá sær, so kann hon nær sum helst taka sæti aftur, hóast hon er vald til borgarstjóra langt fram um næst løgtingsval, sum verður í seinasta lagi 1. september næsta ár, 2019. Sum borgarstjóri í Havn hevur hon sæti til 31. desember 2020.
Annika Olsen sigur, at landspolitikarar hava onga virðing fyri ferðsluviðurskiftinum til og úr Havnini. Hon vísir á avtaluna, sum Heðin Mortensen og Henrik Old gjørdu millum Samferðslumálaráðið og Tórshavnar býráð, men tá pengar skulu játtast, so kemur innkomuvegurin altíð aftast í køina.
Hon viðgongur, at tað er lyftisbrot, um hon tekur sæti á tingi. Men hon sigur, at tá Løgtingið ikki vil taka málið í álvara, so má hon koma við hesi hóttan – sum kann skiljast sum um, at hon ætlar sær í Løgtingið at leggja fram uppskot til verklagslóg um innkomuveg til Havnar.
Tekur Annika Olsen sæti á tingi, so má Joen Magnus Rasmussen víkja sætið fyri henni. Á seinasta løgtingsvali fekk Annika Olsen 961 atkvøur sum nummar tvey á listanum hjá Fólkaflokkinum. Joen Magnus Rasmussen var nummar sjey við 278 atkøvðum.