Borgmeistarin og Bussleiðin

Jógvan Arge
Býráðslimur í Havn
fyri Tjóðveldisflokkin

Sær út til, at borgarstjórin í Havn hevur gjørt sær til vana at argumentara ímóti minnilutanum í býráðnum á teimum tíðindafundum, sum hann heldur eftir hvønn býráðsfund.
Helt, at hann fór undir hesar fundirnir til tess at lata kommununa upp og at kunna borgararnar objektivt um tað, sum fer fram í býráðnum.
Brúkar hann fundirnar bara til at sæta sær og síni samgongu, hevur hann ikki skilt sín egna leiklut sum borgarstjóri fyri øll í kommununi.
Tann spurningin mugu vit í minnilutanum so taka upp og møguliga møta sjálvi á tíðindafundunum at greiða frá okkara sjónarmiðum.
Borgarstjórin vil vera við, at vit hava ligið sjóvarfallið av okkum í bussleiðarmálinum. Hetta er ein skuldseting, sum er tikin úr leysum lofti.
Vit hava verið væl umboðað í teknisku nevnd, sum hevur havt hetta málið í hálvtannað ár. Vit hava alla tíðina havt varhugan av, at samgongan og hennara umsiting onga ætlan hava havt um at menna Bussleiðina.
Tað, sum vit í minnilutanum sita eftir við frá hesum viðgerðum, er, at hugurin fyrst og fremst stóð til at skerja Bussleiðina og sleppa av við onkrar entreprenørar.
Tað gav eisini at bíta, tá útbjóðingartilfarið kom fram. Sunnudagurin skuldu leggjast burturúr, leygardagurin skuldi skerjast og gerandiskvøldini skuldu skerjast.
Vit mótmæltu øllum hesum skerjingum og skutu upp at gera útbjóðingartilfarið av nýggjum, so tænastan hjá Bussleiðini varð víðkað.
Tað fekk ikki undirtøku, men so mikið fingu vit kortini burtuúr, at sunnudagurin er komin upp á aftur skránna, og at gerandiskvøldini ikki eru skerd. Leygardagurin er enn skerdur tíanverri.
Nú tilboðini vóru komin inn, mæltu vit til, at kommunan brúkti í minsta lagi tær 3,4 milliónirnar, sum hon heldur seg spara, til at víðka tænastuna hjá Bussleiðini.
Hetta fekk ikki undirtøku og tessvegna eru útlitini, at Bussleiðin, sum verður løgd í ein sjey ára sáttmála, er niðurbundin alla hesa tíðina.
Sláast kann eisini fast, at atlitini til borgarnar, til ferðsluna og til umhvørvið hava ikki talt eitt vet í teirri loysn, sum meirilutin í Tórshavnar Býráð hevur valt.