Boris Johnson gevst í bretska tjóðartinginum

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson følir, at hann er noyddur til at fara úr sessi sínum í tjóðartinginum.

 

Boris Johnson var forsætisráðharri frá juli 2019 til september 2022. Hann legði frá sær eftir atfinningar frá bæði egna flokki sínum og fólkinum. (Arkivfoto). - Foto: Alberto Pezzali/Ritzau Scanpix

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Boris Johnson leggur nú frá sær sum tjóðartingslimur alt fyri eitt.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Boris Johnson hevur stríðst fyri politisku framtíð síni í sambandi við eitt má, har hann er undir illgruna fyri at hava villleitt tjóðartingið undir koronukreppuni.

Hann sigur sjálvur, at hann kennir seg kroystan út.

– Tað harmar meg at skula fara úr tjóðartinginum – í øllum førum nú.

– Eg eri noyddur út av nøkrum fáum persónum, sum einki prógv hava, sum stuðla ákærum teirra, sigur Boris Johnson sambært Reuters.

Boris Johnson var forsætisráðharri frá juli í 2019 til september í 2022.

Hann fór úr starvinum í fjør vegna vreiði í Konservativa flokkinum og í bretska fólkinum, av at hann undir koronufarsóttini helt veitslur, sum brutu koronuavmarkingarnar, í embætisbústaðnum í Downing Street.

Boris Johnson hevur sjálvur víst aftur at hava logið um veitslurnar. Hann hevur eisini alla tíðina staðið fast við, at hann ikki sjálvur breyt reglarnar.

Nevndin, sum kannaði gerðirnar hjá Boris Johnson, var sambært fyrrverandi forsætisráðharranum litað longu frá byrjan og gav honum ongan møguleika.

– Flestu limirnir í nevndini – serliga formaðurin – høvdu longu sagt sínar fordómssinna hugsanir um mína skyld, enntá áðrenn teir høvdu sæð prógvini, segði Boris Johnson í gjár.

– Sæð í bakspeglinum so var tað bláoygt og vóngott av mær at halda, at tað á nakran hátt fór at fara fram á ein nýtiligan ella rættvísan hátt, sigur hann.

Boris Johnson fanst í gjár eisini at núverandi konservativa forsætisráðharranum, Rishi Sunak.

– Tá eg fór av skrivstovuni í fjør, var stjórnin bara nøkur fá prosent aftanfyri í meiningakanningunum. Nú er hon langt aftanfyri, sigur hann.

Avloysarin hjá Boris Johnsen tjóðartinginum skal finnast við umvali.

/ritzau/

 

Boris Johnson var forsætisráðharri frá juli 2019 til september 2022. Hann legði frá sær eftir atfinningar frá bæði egna flokki sínum og fólkinum. (Arkivfoto). - Foto: Alberto Pezzali/Ritzau Scanpix