Boris Johnson smittaður av korona

Bretski forsætisráðharrin er farin í sjálvboðið sóttarhald, eftir at hann er kannaður positivur

Bretski forsætisráðharrin, 55 ára gamli Boris Johnson, hevur fingið koronavirus. Tað skrivar forsætisráðharrin á Twitter.

Hann sigur, at hann seinasta samdøgrið hevur havt eitt milt krím, og ein kanning avdúkaði, at hann hevur fingið koronavirus.

Hann er farin í sjálvboðið sóttarhald, men fer at virka sum stjórnarleiðari og hava teir fundir, sum eru neyðugir, umvegis netsamband.

Hann takkaði øllum, sum eins og hann arbeiða heimanífrá, fyri at sleppa undan at virusið breiðir seg.

/ritzau/