Bót tí at barnið ikki sat íbundið

Ein bilførari var í gjár steðgaður av løgregluni, tí at eitt barn í bilinum ikki sat íbundið.

Hetta var í Klaksvík, og fekk bilførarin eina bót fyri tað.

Ein annar bilførari í Klaksvík fekk eisini bót, tað var fyri at tosa í fartelefon, meðan hann koyrdi bil.

Millum Fjarða í Eysturoy var ein bilførari máldir til at koyra 115 km um tíman. Tað kostar eina treytaða frádøming av koyrikortinum.