Bótin tódnað úr 45 niður í 3 milliónir krónur

Bótin, sum kappingareftirlitið álegði Føroya Tele fyri at bróta kappingarlógina, tódnaði munandi við semju í Føroya Rætti

Talan var um tvey mál, eitt sum telefyritøkan Tosa bað kappingareftirlitið kanna, hitt eitt, sum kappingarneytin Nema kærdi til kappingareftirlitið. Fyrrmálið skuldi geva Føroya Tele 27 milliónir krónur í bót, tað seinna 18 milliónir ella tilsamans 45 milliónir krónur.

Føroya Tele kærdi fyrru avgerðina til Kappingarráðið og fekk viðhald. Eftir stóð bótin upp á 18 milliónir krónur í sambandi við kæruna hjá Nema. Sambært Kringvarpinum ætlaði Føroya Tele eisini at kæra hetta málið, men í mars boðaðu Føroya Tele og kappingareftirlitið frá, at semja varð gjørd í málinum, har Føroya Tele viðurkennir at hava fram brot á kappingarlógina. Men innibar eisini, at bótin skuldi minka munandi.

Sambært Kringvarpinum var talan um stuttan rættarfund í málið í morgun, av tí at semja varð gjørd. Tað endaði við, at Føroya Tele skal rinda 3 milliónir krónur í bót – 42 milliónir minni enn upprunaliga kravið, sum eisini kostaði Jan Ziskasen, stjór, starvið.

 

##med2##

 

 

Sosialurin bar tíðindini um húsarannsóknina hjá kappingareftirlitinum á Føroya Tele 14. mai í 2021