Meðan restin av liðunum í deildini tykist stríðast um pláss í FM-finaluni, so er støðan heldur øðrvísi hjá StÍF og Team Klaksvík.
Tey bæði liðini eru nevnliga á teimum báðum aftastu sessunum í deildini, men bæði hava tey tó víst, at tey væl og virðiliga kunnu bíta frá sær móti ovaru liðunum.
StÍF kann við einum sigri so smátt blanda seg upp í feltið av liðum, sum stríðist um finaluplássini. Tað kann Team Klaksvík ikki her og nú. Men liðið hevur styrkt seg við Martin Ritto, og kunnu teir fáa tvey stig í dag, eru teir ájavnir við StÍF á aftasta plássinum.
Dysturin á Skála byrjar klokkan 16 í dag.