Botnbrak á Argjum

AB og VB/Sumba hava higar til í ár sitið fast á botnsessunum, og tað gera eisini eftir dystin í dag. Tí hjá hvørgum partinum er ein sigur nóg mikið til at koma upp um strikuna.

Sigurin er hinvegin eitt krav, um feløgini skulu hava møguleika at vinna seg upp, og tí er talan um sannan lagnudyst fyri báðar partar.

Hjá AB hevur størsti ivaspurningurin verið málverjaplássið, har báðir málverjarnir í hópinum hava verið skaddir. Fríggjadagin eydnaðist tó at fáa undantaksloyvi frá FSF, og tí verður tað Tórður Thomsen úr NSÍ, sum verjir málið í dag. Hartil er Fróði Clementsen ivasamur.

Hjá VB/Sumba er størsta ivamálið liðformaðurin, Dan Djurhuus, sum hevur drigist við vøddaskaða.