Botnbrak, brotssparkskapping og EM fótbóltur í Fløtugerði

Tað er varmakelda og ÍF hevur brúk fyri trimum stigum

Í dag er varmakelda og fuglfirðingar hav brúk fyri trimum stigum í botnbrakinum í Betri deildini hjá monnum, sum er móti EB/Streymi. Hetta verður klokkan 14 í Fløtugerði.

 

Sum gongdin hevur verið í ár, so er ikki vist at fuglfirðingar fáa sín vilja á vøllinum. Tí bjóðar ÍF eisini til barna brotssparkskapping og EM-fótbólt í Fløtugerði. Tá landskappingar- og stevnudysturin í Fløgugerði er av, verður barna brotssparkskapping. Hon byrjar klokkan 16.

 

Klokkan 17 spæla Ongland og Sveis í EM-endaspælinum í Týsklandi, og klokkan er tað Holland móti Turkalandi. ÍF hevur skipað fyri stórskermi uttanfyri nýggja ítróttarhúsið við vøllin í Fløtugerði. ÍF boðar eisini frá, at tað verður bæði matur og drekka at fáa.

 

##med2##